Fyrrverandi danski venjarin hjá TB, Thomas Thingaard, er blivin venjari hjá U19-liðnum hjá AaB. Nú hevur TB sett venjaratoymið til restina av kappingini.
TB skrivar:
Allan Smedemark hevur ábyrgdina av besta mansliðnum hjá TB í teimum trimum síðstu dystunum í ár.
Aftrat sær, hevur hann sama venjaratoymi, sum hevur verið knýtt at liðnum alt árið: Tórður Hentze, Morten Ohlsen Hansen og málmansvenjarin Hugin Albinus.