Hann hevur lagt upp til næstflest mál í deildini í ár, men hevur ongan sáttmála í 2027.
Danin Luca Ørsted Thorstenssen hevur verið lyklaleikari á AB-liðnum í ár. Heili 10 ferðir hevur hann lagt upp til mál, og tað er bara Árni Frederiksberg hjá KÍ, sum hevur lagt upp til fleiri mál. Men Luca hevur ongan sáttmála fyri 2027. Tá vit spyrja hann, um hann heldur fram í AB er hann fáoraður.
- Eg havi sáttmála fram til 31.10, og í løtuni havi eg fult fokus á teimum seinastu fýra dystunum og á at avrika væl í teimum. Sjálvandi havi eg eisini fult fokus á, at vit sum lið klára okkum væl. Eftir kappingarárið verður spennandi at síggja, hvat fer at henda, sigur hann við bolt.fo.