Hann er áveg móti fyrsta meistaraheitinum hjá NSÍ í 19 ár, men høvuðsvenjarin hjá NSÍ hevur enn ikki fingið nakað tilboð um at halda fram í 2027.
Sigurður Ragnar Eyðjólfsson úr Íslandi bleiv settur sum høvuðsvenjari hjá NSÍ 1. desember í fjør. Talan var um sáttmála fram til endan av kappingarárinum 2026.
Væl hevur gingist hjá NSÍ, sum er oddalið í deildini nú bara fýra umfør eru eftir og kom tvær ferðir víðari í altjóða kapping eftir at hava sligið lið frá Malta og Slovenia út úr Conference League.
Einki hoyrt um 2027 enn
Einki hevur verið at frætt um nýggjan sáttmála til íslendska venjaran og tí hava vit vent okkum til hansara at frætta, hvør støðan er.
- Vit hava ikki sitið saman og tosað um framtíðina enn. Vit ynskja at síggja, hvussu kappingarárið gongur, sigur hann. Hann dugur ikki at siga, um partarnir fara at tosa saman um 2027, áðrenn kappingarárið endar.
Tá vit spyrja, um hann hevur áhuga at halda fram, so spæla fleiri viðurskifti inn.
- Eg veit ikki treytirnar og hvussu felagið hugsar um framtíðina, so tað er ov tíðliga at siga nakað um. Eg haldi mínar møguleikar opnar. Eg havi eina familju og børn at hugsa um, so eg havi brúk fyri at kenna mína framtíð einaferð. Eg haldi møguleikarnar opnar og fokuseri at enda kappingarárið væl og vónandi blíva meistari, sigur hann við bolt.fo.