Í gjár vóru tveir venjingardystir leiktir.
Í Klaksvík endaði tað 3-3 millum KÍ-Skála. Málini hjá KÍ skoraðu Árni Frederiksberg (tvey, bæði brotsspørk), Erlend Hustad, meðan Sebastian Larsen, Andreas E. Jacobsen og Maxwell Effiom skoraðu fyri Skála.
Í Havn vann HB 4-0 á Víkingi, Málini skoraðu Ebiye Moses (2), Mathias Voss og Per Magnus Steiring.