KÍ tryggjaði sær í dag FM nummar 25, tá triðseinasta umfar var á skránni.
KÍ vann 6-0 móti Skála. Heidi Sevdal (2), Durita Hummeland (2) og Ranja Joensen (2) skoraðu málini. Sigurin gjørdi, at KÍ longu hevur tryggjað sær FM, hóast tvey umfør eru eftir. Í hinum dystinum vann HB 1-0 á Víkingi við máli frá Juliu Naomi Mortensen.
Hetta er 25. ferð, at KÍ vinnur FM hjá kvinnum.