Í fyrsta dystinum vóru Føroyar favorittar. Í øðrum dysti var eingin favorittur og í hesum triðja dystinum er mótstøðuliðið greiður favorittur.
Eftir tveir javnleikir, har tann fyrri føldist sum eitt vónbrot, meðan tann seinni føldist sum eitt vunnið stig, so skulu Føroyar helst hava stig fyri at varðveita 2. plássið í bólkinum. Men Slovakia er greiður favorittur, og tí skulu vit aftur til avrikið móti Kekkia í fjør fyri at finna eitt úrslit, har Føroyar vístu, at tað ber til móti so sterkari mótstøðu. Nú fáa vit at síggja, um føroyska liðið hevur somu styrki sum í fjør.
Slovakia kemur væntandi at vinna bólkin, men 2. plássið gevur røkkstøkkdyst um at koma í deild b og tveir slíkar dystir hevði Føroyar havt gott av samanborið við at spæla tveir venjingardystir somu tíð.
Dysturin á Tórsvølli fríggjakvøldið byrjar kl. 19.45.