Føroyar fingu eitt stig við sær úr Moldova, tá liðini spældu 1-1 í Chisinau týskvøldið.
Føroyar komu á odda eftir 26 minuttir. Géza Dávid Turi varð feldur í brotsteiginum, og Viljormur Davidsen umsetti brotssparkið til 1-0.
Moldova trýsti meira eftir steðgin og javnaði eftir 66 minuttir, tá innskifti Sergiu Perciun skoraði beinleiðis upp á fríspark.
Seinastu løtuna var Moldova nærri sigrinum og rakti bæði stong og tvørstong. Føroyar hildu tó tørn og fingu eitt stig við sær úr Chisinau.
Hetta var triðju ferð, at Føroyar spældu útidyst móti Moldova – og allir tríggir eru endaðir 1-1.