Eftir úrslitini í gjár, so er lagt upp til, at KÍ vinnur FM leygardagin í bestu kvinnudeildini.
KÍ vann 4-0 á heimavølli móti Skála. Stóri leikarin hjá KÍ í endaspælinum i álopspartinum hevur verið Durita Hummelamd, sum hesaferð skoraði hattrik og harvið sambært FaroeSoccer hevur skorað 11 mál í seks dystum í endaspælinum. Tá HB samstundis tapti á útivølli móti Víkingi, so fór munurin frá fimm stigum uppá átta stig.
Bæði KÍ og serliga HB hava mist nógvar leikarar síðani fyrsta partin av kappingini av ymsum orsøkum. Tann síðsti leikarin var ársins leikari í fjør Sólja Ernstsdóttir, sum í steypafinaluni sleyt krossbandið og tí ikki kann spæla komandi níggju-tólv mánaðirnar.
Bara trý umfør eru eftir í endaspælinum og tað merkir, at KÍ leygardagin kann tryggja sær FM og harvið greipuna. Tá vitjar Skála aftur í Klaksvík, meðan HB-Víkingur møtast í Havn. Vinnur KÍ ella HB ikki fær fulla úrtøku, so hevur KÍ tryggjað sær FM 2026 og harvið greipuna fyri fyrstu ferð síðani 2022. KÍ vann eisini stórsteypið, sum hjá kvinnunum var leikt um á fyrsta sinni í 2019. Bara einaferð áður hevur eitt lið vunnið øll trý steypini. Tað var KÍ í 2020.