Vit skuldu fleiri ár aftur fyri at finna seinast, har so nógvir útisetar byrjaðu á landsliðnum.
Tað byrjaðu átta útisetar móti Kasakstan, meðan allir tríggir innskiftararnir eisini spæla uttanlands. Sostatt spældu 11 av 14 uttanlands.
At bara tríggir leikarar í heimligu kappingini byrja inni er óvanliga lítið ímun til seinni árini. Í 2024 lá talið á sjey-átta, men síðani er tða lækkað sambært FaroeSoccer.
Seinast Føroyar høvdu færri enn tríggjar úr heimligu kappingini var í Rumenoa í 2019. Tá vóru bara tv eir leikarar frá byrjan úr heimligu kappingini, tá Føroyar taptu 4-1.
