Í 2022 vóru Føroyar elsta landsliðið í Evropa, men soleiðsi er ikki longur.
Føroyar høvdu ein miðalaldur uppá 27,7 ár í gjár. Taka vit fyrsta umfar í Nations League, so vóru áleið 18 lið, sum høvdu eldri uppstilling. Elst var Malta við 30,4 ár. Tað merkir, at Føroyar hava ingið ein triðing afturum seg á hesum lista av teimum 55 londunum í Evropa. Í 2022 høvdu Føroyar móti Luksemborg ein miðalaldur á 30,6 ár.