Føroyar skulu týskvøldið spæla annan dystin í Nations League, tá Moldova tekur ímóti í Chisinau. Moldova kemur til dystin við einari sera langari røð uttan sigur og er harumframt uttan fleiri týðandi spælarar.
Moldova hevur ikki vunnið ein A-landsdyst í 16 dystir á rað. Seinasti sigurin kom 16. november 2024, tá Moldova vann 1-0 á Andorra í Nations League. Síðani hevur liðið spælt 16 dystir uttan sigur.
Tíðarskeiðið hevur verið sera tungt. Í HM-undankappingini í fjør tapti Moldova millum annað 5-0 móti Noregi á heimavølli og heili 11-1 í útidystinum. Tað seinna tapið førdi til venjaraskifti, og Lilian Popescu tók við sum venjari í september í fjør.
Ábendingar um, at gongdin er við at venda
Úrslitini eru framvegis ikki góð, men seinastu dystirnir geva ábendingar um, at Moldova er við at gerast meira kappingarført.
Í juni spældi Moldova 2-2 móti Bulgaria og síðani 1-1 á útivølli móti Armenia. Í gjárkvøldið byrjaði Nations League við einum 2-0-tapi á útivølli móti Slovakia. Slovakia skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki, meðan Moldova helt málið reint eftir steðgin. Hagtølini frá dystinum benda á, at tað ikki var so stórur munur á liðunum, sum styrkismetingin kundi bent á.
Tað merkir, at Moldova í teimum seinastu trimum dystunum hevur fingið tveir javnleikir og eitt tap. Tað er ein munandi meira støðug gongd enn frammanundan, tá liðið hevði eina røð við fýra tapum á rað.
Tí er ov tíðliga at siga, at Popescu hevur vent gongdini, men úrslitini seinastu mánaðirnar benda á, at Moldova aftur er farið at geva mótstøðuliðunum størri mótstøðu.
Søguligi toppskjúttin manglar
Samstundis er Moldova ikki fullmannað til dystin móti Føroyum.
Størsta fráveran er Ion Nicolaescu. 28 ára gamli áleyparin er søguligi toppskjúttin hjá Moldova við 18 málum í 56 landsdystum. Tað er ein greiður munur niður til nummar tvey á listanum, Serghei Clescenco, sum skoraði 11 landsliðsmál.
Eisini Mihail Caimacov, sum var fastur maður í HM-undankappingini, manglar. Hann var millum annað málskjútti móti Estlandi í fjør. Harumframt manglar Moldova Virgiliu Postolachi og Ioan-C?lin Revenco, sum báðir hava verið partur av byrjanaruppstillingini í seinastu landsdystunum.