Ein av landsliðsleikarunum, sum ongan sáttmála hevur um fimm vikur, er Emil W. Joensen.
Hann hevur í ár fingið sítt stóra gjøgnumbrot, og tað hevur eisini givið pláss í landsliðshópinum. Verjukendi miðvallarleikarin hevur tó ongan sáttmála um nakrar vikur, og eftir landsdystin í gjár spurdu vit hann um framtíðina.
- Eg havi sáttmála fram til 31. oktober við NSÍ, og í løtuni er ógreitt, hvar eg fari at spæla. Eg trívist væl í NSÍ, har tað gongur væl hjá mær og liðnum, so eg eri opin fyri at halda fram í NSÍ, sum eg eisini havi tosað við. Eg hyggi eisini uttanlands, men í løtuni eri eg í eini bíðistøðu.
- Umboðsmaðurin hjá mær sigur, at tað er áhugi í fleiri londum. Bæði í Skandinavia og uttanfyri. Og tað hevur eisini verið áhugi frá øðrum føroyskum feløgum, men eg vænti ikki,at eg skifti til nakað annað føroyskt felag. So tað verður NSÍ ella uttanlands, sigur Emil W. Joensen við bolt.fo.