Tað vóru møguleikar til at vinna dystin, men føroyingar tóku ikki av.
Tað endaði 1-1 á Tórsvølli. Føroyar komu á odda við frálíkum máli. Géza Dávid Turi spældi Andrias Edmundsson fríðan í vinstru. Andrias legði væl innfyri, har Áki Samuelsen hegnisliga setti bóltin í málið. Men leiðslan helt ikki, tí uppá hornasparksinnlegg javnaði Kasakstan.
Føroyar høvdu møguleikarnar til at vinna dystin og heimaliðið var samanlagt betra liðið. Men stóru møguleikarnir m.a. hjá innskifta Adrian Justinussen blivu ikki umsettir til mál.
Samanlagt eitt miðal avrik, tí heimaliðið fekk ein javnleik og var betra liðið. Men Kasakstan var ikki væl spælandi og kanska burdu føroyingar lagt meira fyri at vunnið dystin. Tað var sum at tað manglaði at leggja eitt stórt trýst á síðsta partin av dystinum. Tá hevði ein Aron Benjaminsen verið góður at sett inn, men hann var valdur til U21-landsdystin hetta umfarið, sum útfrá úrslitinum kanska var eitt mistak, men tað má tíðin vísa, tí Aron fekk ein góðan U21-landsdyst í beinini og sjálvsálit við tveimnum málum. Fleiri av álopskendu leikarunum raktu ikki sín besta dyst.
Kasakstan hevur verið eitt vánaligt lið á útivølli síðstu árini. Síðani 20. november í 2023 hevur liðið spælt 17 dystir á útivølli. Har hevur liðið bara vunnið móti Liktinstein, spælt tríggjar javnleikir og tapt rest.
Føroyar spæla aftiur týsdagin í Moldova.