Kasakhstan hevur fingið enn eitt álvarsamt avboð undan Nations League-dystinum móti Føroyum á Tórsvølli leygardagin. Maksim Samorodov, sum er hægst virðismetti kasakstanski fótbóltsleikarin, er skaddur og verður ikki við.
Kasakstanska fótbóltssambandið boðaði í dag frá, at 24 ára gamli álopsspælarin hjá Akhmat Grozny, ið til dagligt spælir í bestu deildini í Russlandi, er skaddur og tí ikki spælir útidystirnar móti Føroyum og Slovakia. Tað er enn óvist, um hann verður tøkur, tá Kasakhstan seinni skal spæla heimadystir móti Moldova og Føroyum.
Fýra mangla nú
Samorodov leggst afturat trimum øðrum týðandi leikarum, sum longu vóru úti til dystin móti Føroyum.
Dastan Satpayev er skaddur og ikki í hópinum, meðan Islam Chesnokov (hevur eisini leikbann) og miðverjin Alibek Kasym eisini eru úti við skaðum. Sambært virðinum á Transfermarkt, so eru Samorodov og Satpayev teir báðir leikararnir við hægst virði av øllum leikarunum hjá Kasakhstan.