Føroyar vunnu í Estlandi og eru komnar uppá 12 stig. Tað er met fyri U21-landsliðið.
Frammanundan var metið 11 stig til EM-undankappingina í 2011. Føroyar komu uppá 12 stig við 2-1 sigri í Estlandi. Aron Benjaminsen skoraði bæði málini, harav tað seinna við einum flottum einstaklingaavriki, har hann driblaði millum fleiri leikarar.
Føroyar hava enn møguleikan at koma víðari, tí vinna Føroyar móti Luksemborg og Íslandi, so er møguleiki at koma í topp 2, um onnur úrslit spæla við. Men undan báðum teimum síðstu umførunum hava Føroyar fimm stig upp til nummar tvey. Frakland og Sveis liggja fremst við 17 stigum, men Frakland hevur leikt ein dyst færri.