Hópurin við leiguflogfarinum úr Kasakhstan hevur flogið í alla nátt.
Fyri løtu síðani lendi flogfarið í Vága floghavn. Tá hevði flogtúrurin vart í knappar sjey tímar. Hetta hendi, tí nærum øll flogferðsla var avlýst í gjár. Tað burdi ikki verið besta upptaktin til landsdystin, men av søguliga vita vit í Føroyum bæði frá landsliðum og feløgum, at tá trupulleikar eru við flúgving hjá motstøðuliðum, so er tað tey føroysku liðini, sum tað oftast gongur útyvir í avrikum.
Landsdysturin í morgin byrjar kl. 17.00 á Tórsvølli.