HB var áveg móti sigri á KÍ í steypafinaluni annað árið á rað. Men í yvirtíðini vendist alt og KÍ vann.
Tað gjørdist ein tann minniligasta steypafinalan nakrantíð hjá kvinnum, hvat dramatikki viðvíkur. HB kom á odda, men KÍ javnaði. Í seinna hálvleiki fekk HB brotsspark og var á odda 2-1. HB hevði eisini ein stóran tvímøguleika, men bólturin fór á tvørstongina.
KÍ koyrdi miðverjan Biritu Ryan fram í álopið í yvirtíðini og tað gav úrslit. Aleksandra Zachariassen sendi innfyri og har stýrdi Birita innlegginum í málið. Dómarin legði fimm minuttir afturat og í síðsta minutti av teimum avgjørdi Durita Hummeland við frálíkum langskoti.
KÍ hevur vunnið mong FM-heiti síðstu árini, men hetta var bara triðju ferð síðani 2017, at KÍ vinnur steypakappingina.