Eftir dagsins dystir er næstan avgjørt, hvørji lið enda í topp 3, meðan B68 verður annar niðurflytarin, um ikki okkurt heilt óvanligt hendur síðstu umførini.
HB vann stórsigur á AB, og tað ger, at HB er seks stig frammanfyri B36. B36 skal sostatt hava ein nógv betri endaspurt enn formsterka HB-liðið fyri at koma framum.
Í Sarpugerði var Víkingur á odda 3-0, men 07 Vestur kom aftur og javnaði til 3-3, sum gjørdist úrslitið. Eitt stig sum 07 Vestur kanska kann brúka, men tað skal en góður endaspurtur til at koma uppum niðurflytingarstrikuna, tí fýra stig eru upp til Skála.
B68 misti eina stigið í yvirtíðini, men eina stigið hevði helst eisini verið ov lítið. B68 hevur torføra skrá eftir og tí skal okkurt heilt óvanligt henda í endaspurtinum, um B68 skal koma uppum niðurflytingarstrikuna.
Úrslitini í dag:
HB-AB 4-1
Víkingur-07 Vestur 3-3
B68-EB/Streymur 2-3