KÍ vann steypafinaluna hjá U13-dreingjum og tað fløvar helst í Klaksvík, tí har hevur verið langt millum gull-heiðursmrkini á dreingjasíðuni.
Seinast KÍ vann gull-heiðursmerki á dreingjasíðuni í ungdómsfótbólti var í 2021, tá U17-liðið vann steypakappingina.
KÍ vann 2-1 á B36 á Tórsvølli. Jonn Sigurd Bjarnason legði B36 á odda eftir upplegg frá Jóel Jøkladal. KÍ javnaði, tá Jákup Brandal sendi innfyri til Lukas Jensson Joensen, sum skoraði. Og áðrenn hálvleik fór liðskiparin, Jóas Kjartansson Hansen, ígjøgnum og spældi Rók Vágstún leysan og so var 2-1. Í seinna hálvleiki kom einki mál.
Eftir dystin bleiv Jóas Kjartansson Hansen hjá KÍ valdur til dagsins leikara.