NSÍ vann í Gundadali, meðan KÍ fyri aðru ferð í ár setti stig til á heimavølli móti Skála.
NSÍ vann 2-1 í Gundadali móti B36 í einum dysti, har B36 eisini hevði sínar málmøguleikar, har NSÍ hevði leiðsluna frá 10. minutti.
Og kvøldið hjá NSÍ bleiv uppaftur betri, tá KÍ fyri aðru ferð í ár setti stig til á heimavølli móti Skála. KÍ var greitt omaná í málmøguleikum, men ársins KÍ-lið hevur langt frá somu styrki sum undanfarnu ár í báðum endum, sum aftur sást væl hendan dystin. Dysturin endaði 2-2.
Nú er NSÍ trý stig frammanfyri KÍ, nú fýra umfør eru eftir.