Leygarkvøldið verður steypafinalan hjá kvinnum.
Tað eru somu lið sum møtast í ár sum í fjør. Í fjør vann HB 1-0.
Í ár hava hesi bæði liðini kappast um FM allan vegin og skift um at vunnið á hvørjum øðrum. HB var oddalið eina tíð, men nú hevur KÍ lagt seg framum. Bæði liðini vera skerd til finaluna ímun til dystir fyrr í ár. HB hevur mist fleiri leikarar ímun til liðið fyrr í ár, meðan leikararnir hjá KÍ, sum komu frá NSÍ, ikki hava loyvið at spæla fyri KÍ í steypakappingini.
Liðini gera nógv burturúr degnum. Á dystardegnum hevur HB opið hús allan dystin, har nógv ymiskt er á skrá, meðan KÍ hevur upphiting í Klaksvík dagin fyri finaluna.
Finalan byrjar leygarkvøldið kl. 18.30 á Tórsvølli.