Góða gongdin hjá Géza Dávid Turi í enskum fótbólti hevur nú givið føroyska landsliðsleikaranum ein nýggjan sáttmála. Grimsby Town kunnger í dag, at partarnir hava longt samstarvið.
24 ára gamli gøtumaðurin hevur skrivað undir ein nýggjan tvey ára sáttmála, sum bindur hann at Grimsby Town fram til summarið 2028. Harumframt hevur felagið møguleika at leingja sáttmálan við einum ári afturat.
Verandi sáttmálin hjá Géza var galdandi til summarið 2027, so Grimsby hevur valt at tryggja sær føroyingin longu nú.
Tað kemur eftir eina sera góða byrjan upp á kappingarárið hjá Géza. Hann hevur byrjað allar seks landskappingardystirnar hjá Grimsby í League Two og hevur higartil eitt mál og eitt upplegg.
Fyrsta málið kom leygardagin, tá Grimsby vann 2-0 á Bristol Rovers. Géza skoraði eitt framúrskarandi mál við langskoti. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið valdur til dagsins spælara hjá felagnum í ár og varð fyrr í hesum mánaðinum kosin besti spælari hjá Grimsby í august.
– Hann er ein spælari, sum hevur víst stóran vilja til at læra og mennast, og vit hava sæð hesa menningina bæði til venjing og í dystum, sigur Grimsby-venjarin David Artell við heimasíðuna hjá felagnum.
Artell heldur, at enn meira kann væntast av føroyinginum.
– Hann skilur, hvat vit vænta av honum og krøvini, sum eru til at spæla í hesi deildini. Eg haldi eisini, at hann kann lyfta seg upp á eitt enn hægri stigi, sigur venjarin.
Géza Dávid Turi skifti úr Víkingi til Grimsby Town í januar 2025. Fyrsta tíðarskeiðið í Onglandi kravdi tillaging, men síðani hevur hann spælt seg til ein alsamt størri leiklut.
Hann hevur nú spælt 40 landskappingardystir fyri Grimsby.