Árni Frederiksberg boðaði í vikuskiftinum frá, at hann gevst á A-landsliðnum. Upplagdi avloysarin og tann sum hevur havt næstflest málstig í MeistaraDeildini er fyribils ikki úttikin.
Tað vakti ans, tá Árni Frederiksberg í vikuskiftinum boðaði frá, at hann gevst á landsliðnum. Og tað vakti eisini ans, tá upplagdi avloysarin, 18 ára gamli Aron Benjaminsen, ikki bleiv úttikin millum teir 23, sum fingu boð í fyrstu atløgu. Árni var lyklaleikari, sum beinanvegin, tá hann byrjaði aftur á landsliðnum í 2025, fekk yvirført málstigini frá KÍ í altjóða fótbólti til landsliðið, og tey fara at mangla. Nú fer Tórsvøllur ikki uppfrá á sama hátt, tá Føroyar fáa eitt hornaspark ella fríspark. Tað er nú upp til aðrar leikarar at megna at lyfta tann partin og vinna álitið aftur, tí Føroyar eiga at verða eitt gott lið uppá deyðbóltsstøður.
Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein, sum hevur fingið eina framúr byrjan sum landsliðsvenjari, segði við KVF, at Aron, sum ikki hevur spælt nakran minutt í Hearts enn, væntandi ikki hevur spælt dystir í nógvar vikur, tá landsliðið møtist og at hann fyribils spælir U21-landsdystin 25. september í Estlandi, meðan hann hevur hurðina opna fyri, at hann legst afturat A-landsliðnum eftir tað. A-landsliðið spælir á heimavølli móti Kasakhstan 26. september og 29. september í Moldova.
Í einum bólki, har tað á pappírinum væntast at blíva spennandi um 2. plássið aftanfyri Slovakia og kanska stutt niður til niðurflyting til deild d, fer hvørt stig at telja nógv, og tí er at vóna, at landsliðið í heimadystinum móti Kasakhstan ikki stendur og manglar ein Aron Benjaminsen at seta inn, um Føroyar t.d. mangla eitt mál síðstu 20 minuttirnar. Hinvegin kann tað eisini vísa seg at verða betra loysnin, at Aron fyrst fær ein U21-landsdyst í beinini, har hann fær víst seg fram. Tað vil tíðin vísa.
Annars var gleðiligt at síggja, at tveir U21-landsliðsleikarar, Mattias Hellisdal og Áki Samuelsen, vóru í A-landsliðshópinum. Tí livitíðin á A-landsliðnum verður alt ov stutt, um allir leikarar skulu spæla U21-undankappingar lidnar, áðrenn teir koma uppá tal til A-landsliðið, sum vit hava sæð síðstu kanska 10 árini.
Seks leikarar frá Kekkia-dystinum mangla
Besta úrslitið hjá landsliðnum síðstu árini var 2-1 sigurin á Kekkia í fjør. Tann dagin vóru 16 leikarar á vøllinum. Seks av teimum eru ikki tøkir hesaferð. Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmundsson byrjaðu inn, meðan Jákup Biskopstø, Noah Mneney og Meinhard E. Olsen komu inn.