Tað var stórur spenningur í øllum fimm dystunum í dag.
Dagsins umfar var helst mest sigandi fyri ársins kapping. Tað er ofta ikki stórvegis munur millum liðini, óansæð hvar á stigatalvuni liðini liggja.
EB/Streymur vann ein týdningarmiklan sigur á B36. Liðini áttu hvør sín hálvleik. B36 kom uppiborið á odda, men í seinna hálvleiki tók EB/Streymur heilt yvir og tað var fult í tráð við leikgongdina, at heimaliðið vann 2-1. Sigursmálið skeyt Andras Ó. Olsen, sum vísti, at hann er komin aftur frá drúgvum skaða. Eitt sera flott avrik á EB/Streymi og eitt sera vánaligt avrik av B36 í seinna hálvleiki, tá dysturin skuldi avgerast.
Í Runavík endaði tað 1-1 millum oddaliðið og steypavinnararnar. Steypavinnararnir vístu, at teir ikki eru givnir at stríðast, hóast Evropaplássið er tryggjað. Javnleikurin var nokk hjá NSÍ at varðveita oddasessin.
Í Sørvági var KÍ samanlagt betra liðið, men móti endanum av dystinum misti KÍ tamarhaldið á dystinum, og tá var bara ein stórbjarging frá Mark F. Jensen og tvørstongin í vegin fyri, at 07 Vestur javnaði.
Á Skála var HB omaná leikliga, men Skála fekk bjargað sær ein 2-2 javnleik. Móti endanum fingu tveir HB-leikarar reytt kort. HB mistu eitt stórt fet í FM-stríðnum, meðan Skála fekk eitt gott stiig í botnstríðnum.
Á Argjum megnaði eitt skert B68-lið at javna i yvirtíðini í einum jøvnum dysti, har AB frá 47. minutti var áveg móti sigrinum. 07 Vestur og B68 skulu nú brúka meir enn eitt umfar til at koma uppum niðurflytingarstrikuna. Við skránni í huga, so kemur síðsti møguleikin hjá B68 helst komandi umfar á heimavølli móti EB/Streymi. Újavnandi málið ger spenningin í notninum størri, enn um AB vann.
Úrslitini í dag:
EB/Streymur-B36 2-1
07 Vestur-KÍ 0-1
NSÍ-Víkingur 1-1
Skála-HB 2-2
AB-B68 1-1