Vit tippa teir fimm dystirnar.
EB/Streymur-B36
Bæði liðini hava hvør sítt leikbann í Mikkjali Hellisá og Dávid B. Andreasen. Trýst er á báðum liðum til at fáa stig, tí nú er Víkingur ikki longur kappingarneyti hjá B36 um altjóða pláss, meðan EB/Streymur er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Hesi liðini spæla næstan bara javnar dystir, og tað verður hesin helst eisini.
Tipping: X (1-1)
AB-B68
Her hevur annað liðið telvað væl og hitt illa. AB spardi fleiri leikarar í útidystinum móti NSÍ, sum bara manglaðu eitt gult kort til at fáa leikbann, meðan B68 misti annan leikaran vegna leikbann, so at bæði Sebastian L. Nielsen og Patrik Mensah nú sita uttanfyri. Hetta eru lyklaleikarar hjá B68 og tá B68 eisini er vánaligasta liðið á útivølli í ár, so blívur favoritt leikluturin hjá AB rímuliga stórur. Talan er um sera týdningarmiklan dyst fyri bæði liðini, tí tapur AB, so eru bara fýra stig á muni millum hesi bæði liðini. B68 hevur tó havt eitt venjaraskiftið, sum sá út til at rigga móti B36 fyrsta dystin.
Tipping: 1 (3-0)
NSÍ-Víkingur
Hjá NSÍ hevur toppskjúttin Petur Knudsen leikbann, men eftir tilgongdina av Meinhardi E. Olsen í summar eru fleiri streingir at spæla uppá hjá oddaliðnum nú eins og Klæmint A. Olsen spælir meir og meir. Víkingur hevur nú einki Evropapláss at spæla fyri eftir steypasigurin og so er spurningurin, hvussu drúgv feiringin av løgmanssteypinum var. Í landskappingini hevur Víkingur bara fingið eitt stig síðstu trý umførini.
Tipping: 1 (2-0)
Skála-HB
Skála hevur tríggjar heimadystir eftir og vinnur vanliga ikki útidystir við tveimum undantøkum síðani 2019. HB er nógv formsterkasta liðið í deildini, men Skála hevur sjey stig síðstu trý umførini og spælir tí eisini við sjálvsáliti. Avrikið hjá HB í Sarpugerði móti Víkingi var tó so sannførandi, at HB vinnur, um útiliðið heldur fast í tí spælinum.
Tipping: 2 (1-2)
07 Vestur-KÍ
Hjá 07 Vestur eru tvey leikbann hjá Jóannisi á Steig og Gasper G. Hansen, so breiddin til dystin er kanska ikki tann sama sum vanligt. Seinast liðini møttust vann 07 Vestur 1-0 í mest óvæntaða úrslitinum í bestu deildini í ár. Hetta verður fyrsti dystur hjá Fróða Benjaminsen sum venjara hjá KÍ, sum í longri tíð hevur havt torført at vinna dystir. Bæði liðini eru kroyst at vinna, tí KÍ skal helst vinna allar dystirnar sum eru eftir fyri at hava ein møguleika at vinna FM, meðan 07 Vestur liggur undir niðurflytingarstrikuni.
Tipping: 2 (0-2)