Fyrrverandi HB-áleyparin Erik Sorga er aftur í heimlandinum. 27 ára gamli estin hevur gjørt avtalu við FC Flora Tallinn, sum vann estiska meistaraheitið í fjør.
Sorga kom til HB undan hesum kappingarárinum, men uppihaldið í Føroyum gjørdist stutt. Hann spældi átta dystir fyri HB uttan at skora, áðrenn partarnir fóru hvør til sítt. Sorga greiddi seinni estiska Soccernet frá, at persónlig viðurskifti vóru høvuðsorsøkin til, at hann fór úr Føroyum.
Nú er hann aftur í felagnum, har hann áður hevur skorað nógv mál. Sorga hevur skorað 41 mál í 71 dystum í estisku bestu deildini, og í 2019 gjørdist hann toppskjútti í Premium Liiga. Síðani hevur hann roynt seg í USA, Hollandi, Svøríki, Bulgaria, Aserbadjan, Vietnam og Føroyum. Hann hevur eisini 31 A-landsdyst og fýra mál fyri Estland.
FC Flora er verandi estiskur meistari. Felagið vann meistaraheitið í 2025 við 82 stigum, trý fleiri enn FCI Levadia. Tað var 16. estiska meistaraheitið hjá Flora.
Sorga sigur við Soccernet, at hann hevði møguleikar í fleiri londum. Millum annað var hann nær við at fara til eitt felag í italiensku Serie D, og áhugi var eisini úr Indonesia, Teilandi, Kirgisia og Armenia. Hann valdi kortini at venda heim og setti sjálvur seg í samband við gamla felagið.
Ein orsøk er eisini, at Sorga vil spæla seg aftur á estiska landsliðið. Hann spældi seinast A-landsdyst í oktober 2024.
– Høvuðsmálið er at hjálpa liðnum at spæla evropeiskan fótbólt næsta ár. Vit hava eitt ungt lið, og eg vil eisini hjálpa teimum ungu at mennast, sigur Sorga við Soccernet.
Sorga hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir eftir at hava vent aftur til Flora.
Flora hevur tó eitt trupult kappingarár. Verandi meistararnir eru væl aftanfyri FCI Levadia, sum hevur lagt seg á odda í estisku landskappingini