KÍ boðaði í gjár frá, at hjálparvenjarar verða teir lokalu Rógvi Jacobsen og Atli Danielsen.
Rógvi Jacobsen hevur áður verið álopsvenjari hjá KÍ í 2016, meðan Atli Danielsen var hjálparvenjari hjá KÍ í 2019. Báðir hava teir seinnu árini verið venjarar á ungdómssíðuni hjá KÍ.
Tað eru landsliðslegendur, sum manna venjaratoymið. Fróði Benjaminsen hevur 95 landsdystir, Rógvi Jacobsen hevur 53 landsdystir, meðan Atli Danielsen hevur 41 landsdystir. Avtalurnar við Rógva og Atla eru galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum. Hjá KÍ eru tað bara høvuðsvenjari og hjálparvenjari, sum eru givnir. Restin av toyminum heldur fram.

Kronberg Photography/ki.fo