Vit hava hugt eftir, hvar allir A-landsliðsleikarar, ið hava fingið debut síðani 2021, eru uppaldir.
19 leikarar hava fingið sína debut í kappingardysti síðani 2021 sambært FaroeSoccer og FSF. Um vit hyggja eftir hvar teir eru uppaldir, so eigur HB flestar við 4,5, um vit telja leikarar við fleiri liðum i uppalingini sum hálvar til hvørt felag. Síðani kemur B36 við fýra og Víkingur við trimum.
