Átta leikarar hava leikbann komandi umfar.
07 Vestur, B68 og B36 hava tveir leikarar hvør, meðan toppskjúttin í deildini, Petur Knudsen, eisini hevur leikbann, tí sum skilst fær NSÍ ikki viðhald í síni kæru um seinna gula kortið.
Leikararnir eru hesir:
Jóannis á Steig (07 Vestur)
Gasper G. Hansen (07 Vestur)
Sebastian L. Nielsen (B68)
Patrik Mensah (B68)
Petur Knudsen (NSÍ)
Hannes Agnarsson (B36)
Dávid B. Andreasen (B36)
Mattias Hellisá (EB/Streymur)
Dystirnir eru hesir:
07 Vestur-KÍ
NSÍ-Víkingur
AB-B68
EB/Streymur-B36
Skála-HB