KÍ-venjarin í 2027 og 2028 tekur yvir fyrr enn ætlað.
KÍ skrivar:
KÍ og venjarin, Magnus Powell, og hjálparvenjarin, Thomas Gabrielsson, hava í dag valt at enda samstarvið.
Fróði Benjaminsen tekur yvir beinanvegin, nú farið verður inn í endaspurtin av landskappingini.
Magnus og Thomas vunnu greipuna í fjør, meðan partarnir eru samdir um, at kappingarárið ikki hevur livað upp til væntanirnar í ár.
KÍ takkar Magnus og Thomas fyri góða samstarvið, og minningarríkar løtur, tá felagið vann greipuna í fjør.