Nú er nógv størri møguleiki fyri, at 4. plássið ikki gevur pláss í altjóða fótbólti.
Víkingur vann løgmanssteypið 2026. Ímun til undanfarnu kappingarár, so liggur steypafinalan hesaferð áðrenn endaspurtin og tí kenna liðini fortreytirnar undan síðstu dystunum.
Víkingur liggur nummar fimm í landskappingini og hevur heili 11 stig upp til fyrsta pláss. Tá bara 18 stig eru eftir at spæla um, so má Víkingur metast at verða úti av FM-stríðnum. Tí hava Víkingar ikki so nógv at spæla fyri, tí teir hava tryggjað sær pláss í 2. umfari í Conference League og einki annað plásss enn FM gevur betri pláss í altjóða fótbólti komandi ár.
Endar Víkingur ikki í topp 3, so fer 4.plássið ikki at geva pláss í altjóða fótbólti. At Víkingur vann løgmanssteypið heldur enn KÍ økir nógv um tann møguleikan.
NSÍ er neyvan í vanda, men B36 á 4. pláss liggur nú á plássi, sum ikki røkkur til altjóða fótbólt. HB er bara tvey stig frammanfyri B36 og KÍ er seks stig frammanfyri B36. B36 hevur ein heimadyst eftir móti KÍ, so tað liggur í hondunum á B36 at fáa munin trý stig minni tá.
Tí passaði tað umframt KÍ sjálum eisini B36 og HB illa, at Víkingur vann løgmanssteypið, um hugsað verður um at røkka Evropaplássi.