logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Lokalir, ungir og svangir Víkingar
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Lokalir, ungir og svangir Víkingar

Skrivað : Jákup Ósá | 06-09-2026 09:58

(Greining) Lokala sólskinssøgan hjá Víkingi heldur fram.

Tað var í endanum av kappingarárinum 2020, at ferð skuldi setast á, at Víkingur í størri mun skuldi byggja á sítt egna lokala tilfeingi, tá Jóhan Petur Poulsen bleiv fluttur sum høvuðsvenjari frá 1.deild, har hann hevði vant teir flestu lokalu yngri leikararnar, til MeistaraDeildina. Og tað hevur verið hildið orð, tí síðstu árini hevur Víkingur verið lokalasta liðið í deildini og kanska ongantíð so lokalt sum júst í finaluni um løgmanssteypið í ár, har Víkingur uppiborið vann 2-0 á KÍ, tí tá vóru níggju av teimum 11, sum byrjaðu inni, lokalir.

 

Ungt lið

Ari Olsen, Gunnar Vatnhamar, Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson, Poul Kallsberg og Aron Benjaminsen. Teir høvdu givið ein sterkan bul, men teir vóru ikki við, tí teir tey síðstu árini eru farnir uttanlands at royna seg. Víkingur er tað liðið, sum síðstu árini hevur útflutt flestar leikarar. Les meir um tað HER

Sølvi Vatnhamar er elsti leikarin í deildini sum 40 ára gamal og dregur miðalaldurin nógv upp, men í finaluni var miðalaldurin fyri hinar 10 leikararnar 21,7 ár. Til samanberingar vóru fimm av teimum 10 útileikarunum hjá KÍ 33 ár ella eldri.

 

Harði vegurin inná liðið

At Víkingur hevur eitt so greitt og væl koyrandi konsept skyldast einum hørðum og longum arbeiði, sum byrjaði fyri nógvum árum síðani, men sum hevur sligið fult út síðstu árini.

Ein uppskrift er, at leikararnir verða ’’brýndir’’ á næstbesta liðnum. Áðrenn ein leikari slær til á besta liðnum, so hevur hann næstan altíð minst 40 dystir í næstbestu deildini. Les og hoyr meir um tað HER. Og á næstbesta liðnum avrika hesir leikararnir væl, tí Víkingur er tað liðið av eykaliðunum í 1.deild, sum yvir longri tíðarskeið hevur staðið seg nógv best eisini í úrslitum. Tað síggja vit aftur í ár, hóast Víkingur hevur útflutt sjey leikarar og hevur lokalasta liðið í bestu deildini, so er tað Víkingur, sum er størsta hóttanin til B71 til at vinna 1.deild.

 

Steyp leggjast afturat

Samstundis sum alt hetta gongur fyri seg, so leggjast steyp afturat. Tað byrjaði í 2022 við óvæntaða sigrinum á KÍ, sum tapti fyrsta dystin tað kappingarárið í tí síðsta dystinum. Fýra leikarar frá tí uppstillingini byrjaðu inni aftur hesaferð. Síðani kom eitt flott FM í 2024, har níggju av leikarunum, sum spældu í gjár, eisini fingu spælitíð.

Síðstu árini hevur Víkingur eisini mist nakrar av mest royndu leikarunum sum Atla Gregersen, Andreas L. Olsen og Finn Justinussen, og tí hevur tað helst stóran týdning, at ein Sølvi Vatnhamar, sum hevur verið ársins leikari í deildini fýra ferðir og toppskjútti tvær ferðir, framvegis er við og gongur á odda, tá metrarnir skulu rennast í einum dysti. Við hansara nú 10 FM/løgmanssteypum og øll fyri sama felag er hann fyrimyndin, sum teir ungu kunnu spegla sær í.

 

Bjørt framtíð

Tað er torført at spáa um framtíðina, men nógv bendur á, at Víkingur hevur eina gylta framtíð. Hópurin er ungur og svangur, leikararnir uttanlands fara einaferð at koma heim aftur at geva liðnum royndirnar, tá Sølvi og aðrir eru givnir, og ungdómsdeildin blómar, har Víkingur liggur í toppstríðnum í øllum deildum og er millum feløgini við flest U-landsliðsleikarum.

Share

Nýggjastu tíðindir

Fróði Benjaminsen tekur yvir í KÍ nú
Fróði Benjaminsen tekur yvir í KÍ nú
Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Sigurin hjá Víkingi økir trýstið á KÍ, HB og B36
Sigurin hjá Víkingi økir trýstið á KÍ, HB og B36
So nógv best hevur HB verið síðstu átta umførini
So nógv best hevur HB verið síðstu átta umførini
Video: Sølvi Vatnhamar eftir 10. løgmanssteypið/FM við Víkingi
Video: Sølvi Vatnhamar eftir 10. løgmanssteypið/FM við Víkingi
Uppiborið løgmanssteyp til Víking
Uppiborið løgmanssteyp til Víking
Nógvir áskoðarar til spennandi finalu í góðveðri í kvøld
Nógvir áskoðarar til spennandi finalu í góðveðri í kvøld
KÍ hevur selt triðja bólkin á langsíðuni
KÍ hevur selt triðja bólkin á langsíðuni
Steypahýrur í Bovlinghøllini í Leirvík
Steypahýrur í Bovlinghøllini í Leirvík
NSÍ hevur kært seinna gula kortið hjá Peturi Knudsen
NSÍ hevur kært seinna gula kortið hjá Peturi Knudsen
Blá og reyð-svørt finala
Blá og reyð-svørt finala
Triði bólkurin hjá Víkingi er útseldur
Triði bólkurin hjá Víkingi er útseldur
Í kvøld er fyrsta steypafinalan
Í kvøld er fyrsta steypafinalan
Odmar Færø ella Sølvi Vatnhamar kemur uppá 10 FM/løgmanssteyp
Odmar Færø ella Sølvi Vatnhamar kemur uppá 10 FM/løgmanssteyp
So bankar hjartað í HB-húsinum aftur!
So bankar hjartað í HB-húsinum aftur!
Bláa Bylgjan spennir seg út til finaluna um løgmanssteypið
Bláa Bylgjan spennir seg út til finaluna um løgmanssteypið
Gunnar fer úr Íslandi við framúr góðum skoðsmálum
Gunnar fer úr Íslandi við framúr góðum skoðsmálum
Nevndin í B68 heldur fram
Nevndin í B68 heldur fram
Sølvi Vatnhamar hevur nógv flestar finaluroyndir
Sølvi Vatnhamar hevur nógv flestar finaluroyndir
Vinnarin av løgmanssteypinum tryggjar sær 3,9 milliónir
Vinnarin av løgmanssteypinum tryggjar sær 3,9 milliónir

Stigatalvan 2026

1. NSÍ44 stig
2. KÍ41 stig
3. HB37 stig
4. B3635 stig
5. Víkingur33 stig
6. AB23 stig
7. Skála21 stig
8. EB/Streymur20 stig
9. 07 Vestur18 stig
10. B6816 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ10 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Simon JørgensenSkála7 mál
Michal PrzybylskiNSÍ7 mál
Aron BenjaminsenVíkingur7 mál
Árni FrederiksbergKÍ7 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ16 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB9 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ7 upplegg
Petur KnudsenNSÍ7 upplegg
Mathias VossHB7 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ23 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ17 mál/upplegg
Marius K. LindhNSÍ12 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 21. umfar

NSÍ15 mál
KÍ15 mál
Skála12 mál
EB/Streymur10 mál
B6810 mál
AB10 mál
Víkingur9 mál
B369 mál
HB7 mál
07 Vestur5 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ6 mál
NSÍ8 mál
Víkingur9 mál
B36 9 mál
Skála10 mál
07 Vestur10 mál
AB11 mál
EB/Streymur11 mál
HB12 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB31 mál
NSÍ29 mál
KÍ27 mál
B3622 mál
Víkingur21 mál
AB19 mál
EB/Streymur15 mál
07 Vestur13 mál
B6811 mál
Skála9 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur12 mál
KÍ13 mál
HB13 mál
B3613 mál
NSÍ15 mál
EB/Streymur21 mál
AB22 mál
Skála22 mál
07 Vestur23 mál
B6825 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ40 stig
2. HB38 stig
3. Víkingur24 stig
4. Skála11 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. B369 stig
2. 07 Vestur8 stig
3. ÍF4 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+7 mál
Julia Naomi MortensenHB11 mál
Brá ZakariasardóttirHB9 mál
Sólja ErnstsdóttirKÍ8 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (5)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026