Langsíðan er við at verða útseld og lagt er upp til eitt brak av einari finalu um løgmanssteypið.
Seinnapartin bleiv útselt millum KÍ-viðhaldsfólkini á langsíðuni, meðan tað neyvan manglar nógv í at verða útselt hjá Víkingi eisini. Tað er Tórsvøllur stórur og atgongumerki fáast aðrastaðni á leikvøllinum á atgongumerki.fo.
Sagt verður frá góðum veðri og lagt er upp til eitt brak av einum dysti. Torført er at fáa eyga á nakran greiðan favoritt, tó at KÍ er átta stig frammanfyri í landskappingini, har liðini hava spælt tveir javnar innanhýsis dystir. Tí er rættuliga opið, hvør fer avstað við steypinum og plássinum í tí, sum helst verður 2. umfar í Conference League í 2027.