Nú eru bara uttastu bólkarnir eftir á langsíðuni hjá Víkingi og KÍ.
Lagt er upp til eina spennandi finalu um løgmanssteypið leygarkvøldið frammanfyri nógvum áskoðarum í góðum veðri.
KÍ og Víkingur hava nærum bara spælt spennandi dystir í ár bæði innanhýsis og móti øðrum liðum, so tað skuldi verið løgið, um nakað annað hendur í finaluni, hóast bæði liðini mangla leikarar, sum fyrr í ár høvdu stórar leiklutir. Bæði liðini eru formveik. Víkingur hevur ongan dyst vunnið av síðstu trimum dystunum, meðan KÍ í heimligu kappingini bara hevur vunnið tríggjar av síðstu níggju dystunum.
Seinnapartin bleiv triði bólkurin á langsíðuni hjá KÍ útseldur. Tað merkir, at nú hava liðini bara tann uttasta bólkin eftir til sølu. Sagt verður frá góðum veðri á Tórsvølli leygarkvøldið.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo