Í NSÍ verður víst á, at upptøkur vísa, at Petur Knudsen av røttum ikki átti gult kort.
KVF segði fyrr í vikuni, at NSÍ hevur send eina klagu um seinna gula kortið hjá Peturi Knudsen móti AB. NSÍ heldur, at grundarlagið fyri seinna gula kortinum er skeivt. NSÍ vísir trý mál í Týsklandi, Skotlandi og Danmark, har revsingin er broytt eftir videoupptøkur. Tað siga keldur hjá KVF.
NSÍ hevur heitt á FSF um at viðgera málið sum skundmál, tí NSÍ spælir um 10 dagar móti Víkingi.