Vinnarin leygarkvøldið kemur uppá 10 FM/løgmanssteyp.
Sølvi Vatnhamar hevur vunnið trý FM og seks løgmanssteyp. Øll við Víkingi. Odmar Færø hevur vunnið sjey FM og tvey løgmanssteyp. Harav fýra FM og eitt løgmanssteyp við KÍ.
Hetta eru sostatt mest vinnandi leikararnir, um ein telir FM og løgmanssteyp saman, sum fara á vøllin leygarkvøldið.
Finalan um løgmanssteypið byrjar leygarkvøldið kl. 19.00.