HB setti fyrr í summar Sannu Vitalis til samskipara og skrivstovufólk.
HB skrivar:
So bankar hjartað í HB-húsinum aftur!
Í dag kom lív aftur í HB-húsið, nú Sanna hevði fyrsta starvsdag. Hon fer at hava fasta tíð á skrivstovuni millum kl 11 og 14 - og annars stýrir hon sjálv tíðini, soleiðis at hon kann gera mestan mun og fáa sum mest burturúr.
- Fólk hava verið so blíð og hjálpsom. Nógv hava verið inni á gólvinum og heilsað uppá. Sjálvt næmingar hava funnið leiðina inn á kontórið til eitt hugnaligt prát, greiðir Sanna frá, nú vit fregnast um fyrsta arbeiðsdagin.
Nógv er at seta seg inn í - og nógv praktisk viðurskifti eru, sum skulu fáast upp á pláss. Tíbetur vóru nógv góð fólk klár at veita eina hjálpandi hond.
- Eg eri móð, men eisini glað og spent til í morgin - til um eina viku, til um ein mánað og til um eitt ár. Eg havi eina deiliga kenslu av takksemi og spenningi, sigur Sanna.
Okkara nýggja hjarta í HB-húsinum.