Fjepparafelagið hjá KÍ skripar fyri bussferð og stórari upphiting í sambandi við finaluna um løgmanssteypið.
Bláa Bylgjan skrivar soleiðis:
BLÁA BYLGJAN FER TIL HAVNAR!
Leygardagin er tað STEYPAFINALAN!
Og sjálvandi skulu vit øll við!
Bussur fer úr Klaksvík kl. 16:00
100 kr. pr. persón
Í Havn verður upphiting í Bowlinghøllini, har tað verður hugni, góð tilboð og møguleiki fyri andlitsmáling
So savna vinfólkini, tak bláa litin við og kom við í bussin!
LAT OKKUM FYLLA HAVNINA VIÐ BLÁUM!
KÍ! KÍ! KÍ!
Viðmerk niðanfyri, um tú kemur við – og skriva, hvussu nógv tit eru!