logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2027
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Gunnar fer úr Íslandi við framúr góðum skoðsmálum
Mynd: Víkingur Reykjavík

Gunnar fer úr Íslandi við framúr góðum skoðsmálum

Skrivað : Jákup Ósá | 02-09-2026 13:01

Gunnar Vatnhamar er nú Vejle-leikari, og 31 ára gamli føroyski landsliðsleikarin fer úr íslendskum fótbólti við sera góðum skoðsmálum.

Vejle kunngjørdi mikumorgunin, at felagið hevur keypt Gunnar Vatnhamar úr Víkingi Reykjavík. Hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fram til summarið 2029.

Gunnar hevur spælt í Íslandi síðani 2023, og íslendsku miðlarnir eru ikki sparnir við rósi, nú hann takkar fyri seg.

Fótbolti.net skrivar í sambandi við skiftið, at Gunnar hevur verið ein av bestu leikarunum í Bestu deildini, síðani hann kom til Íslands. Miðilin staðfestir eisini, at hann hevur verið á ársins liði hjá Fótbolti.net í øllum trimum heilu kappingarárunum – 2023, 2024 og 2025.

Tá tað í august kom fram, at Gunnar var á veg úr Víkingi, skrivaði miðilin Visir, at føroyingurin í tíðini í Íslandi hevur verið „einn albesti varnarmaður Bestu deildarinnar“ – ein av allarbestu verjuleikarunum í bestu íslendsku deildini.

Venjarin hjá Víkingi, Sölvi Geir Ottesen, hevur eisini givið Gunnari eitt framúr skoðsmál. Hann hevur róst bæði leikaranum og persóninum Gunnari og lýst hann sum ein stóran stríðsmann og vinnara.

– Vit missa fyrst og fremst ein sera góðan persón, sum hevur lagt lív og sál í hetta. Hann er ein fyrimynd á og uttan fyri vøllin, ein stórur stríðsmaður og vinnari, segði Sölvi Geir sambært Fótbolta.net í sambandi við skiftið.

Tá Gunnar spældi sín seinasta heimadyst fyri Víking, segði Sölvi Geir eisini, at Gunnar hevði sett síni týðiligu spor í søguna hjá felagnum. Hann vísti á øll heitini, sum Gunnar hevur vunnið, og rósti honum samstundis sum einum framúr persóni, sum tað fór at verða torført at siga farvæl við.

Og tað var ikki bara við orðum, at Gunnar fekk viðurkenning í sínum seinasta heimadysti. Víkingur vann 2-0 á Val, og Fótbolti.net valdi Gunnar Vatnhamar til besta leikara í dystinum.

Víkingur sjálvt staðfestir eisini stóra leiklutin hjá føroyinginum. Í fráboðanini um søluna skrivar íslendska meistarafelagið, at Gunnar hevur verið ein sera týdningarmikil partur av liðnum heilt frá fyrsta dystinum í 2023.

Gunnar fer úr Víkingi við 119 dystum og 12 málum. Hann gjørdist íslendskur meistari í 2023 og 2025 og steypavinnari í 2023.

Nú bíðar ein nýggj avbjóðing í Vejle. Ítróttarstjórin hjá danska felagnum, Mikkel Hemmersam, sigur við heimasíðuna hjá Vejle, at Vejle fær ein leikara við royndum, sterkum karakteri og greiðum leiðaraeginleikum. Hann nevnir eisini ró, fysikk og disiplin sum styrkir hjá føroyska verjuleikaranum.

Sambært upplýsingum hjá bolt.fo, so liggur prísurin um tríggjar milliónir, sum Vejle hevur goldið.

Tá Gunnar skifti til Víking Reykjavík í 2023 lá Ísland á 48. plássi á UEFA-styrkislistanum. Nú 2. september 2026 liggur Ísland á 31. plássi á sama lista, sum verður roknaður fyri úrslit síðstu fimm árini.

Share

Nýggjastu tíðindir

NSÍ var nógv best móti botn 5 og á heimavølli
NSÍ var nógv best móti botn 5 og á heimavølli
Petur Knudsen: Í ár funnu vit røttu samansetingina
Petur Knudsen: Í ár funnu vit røttu samansetingina
Karstin Joensen: Eitt fantatiskt ár í Føroyum og Evropa
Karstin Joensen: Eitt fantatiskt ár í Føroyum og Evropa
NSÍ er føroyameistari 2026
NSÍ er føroyameistari 2026
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi var dagsins maður
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
KÍ fekk FM-steypið
KÍ fekk FM-steypið
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
Hesir døma 26. umfar
Hesir døma 26. umfar
Broytingar um flytingarvindeygað og eina hálvfinalu hevur ikki undirtøku
Broytingar um flytingarvindeygað og eina hálvfinalu hevur ikki undirtøku
FM-steypið verður handað á Tórsvølli
FM-steypið verður handað á Tórsvølli
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 26. umfari
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 26. umfari
Hesir hava leikbann í 26. umfari
Hesir hava leikbann í 26. umfari
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Klæmint A. Olsen skrivar enn eina søgu
Klæmint A. Olsen skrivar enn eina søgu
FC Suðuroy við fáum broytingum í 2027
FC Suðuroy við fáum broytingum í 2027
FC Hoyvík fekk ikki viðhald
FC Hoyvík fekk ikki viðhald
Vikuliðið frá 25. umfari
Vikuliðið frá 25. umfari
FC Hoyvík hevur kært Víking fyri ólógligan leikara
FC Hoyvík hevur kært Víking fyri ólógligan leikara

Stigatalvan 2026

1. NSÍ55 stig
2. KÍ51 stig
3. HB45 stig
4. Víkingur42 stig
5. B3639 stig
6. EB/Streymur27 stig
7. Skála25 stig
8. AB25 stig
9. 07 Vestur25 stig
10. B6820 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ13 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ10 upplegg
Mathias VossHB8 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ21 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 25. umfar

NSÍ18 mál
KÍ17 mál
Skála16 mál
Víkingur12 mál
B6812 mál
EB/Streymur11 mál
AB11 mál
HB10 mál
B369 mál
07 Vestur7 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ8 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
07 Vestur12 mál
AB13 mál
HB13 mál
EB/Streymur14 mál
B36 14 mál
Skála14 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB36 mál
NSÍ32 mál
KÍ31 mál
B3629 mál
Víkingur26 mál
AB21 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur17 mál
B6814 mál
Skála13 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ14 mál
Víkingur15 mál
B3616 mál
HB18 mál
NSÍ18 mál
EB/Streymur25 mál
07 Vestur26 mál
Skála27 mál
AB29 mál
B6831 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ56 stig
2. HB47 stig
3. Víkingur34 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur26 stig
2. B3621 stig
3. ÍF10 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+3 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026