Sølvi Vatnhamar spælir sína 11. finalu um løgmanssteypið, harav hann hevur vunnið seks av undanfarnu 10. Sølvi Vatnhamar er toppskjútti í steypafinalum av teimum, sum spæla finaluna í ár.
Víkingur vann steypakappingina í 2009, 2012, 2013, 2014, 2015 og 2022. Í 2016, 2019, 2020 og 2025 tapti Víkingur finaluna. Sølvi Vatnhamar var við allar hesar finalurnar og eingin annar leikari, sum verður við í ár, hevur spælt í nærheitini so nógvar finalur.
Sølvi hevur skorað tvey mál í steypafinalum og so eru tríggir, sum spæla leygarkvøldið, sum hava skorað einaferð. Bara Páll A. Klettskarð hevur roynt at skorað fyri KÍ í eini finalu um løgmanssteypið av teimum, sum spæla leygarkvøldið.
Málskjúttar í finalum um løgmanssteypið av teimum, sum eru í hópunum í ár:
2: Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
1: Hallur Hansson (Víkingur)
1: Odmar Færø (B36)
1: Páll A. Klettskarð (KÍ)