Somu lið og somu venjarar, men nakað broytt lið í ársins finalu um løgmanssteyp.
Hjá Víkingi eru Atli Gregersen, Ragnar Skála, Olaf Bárðarson og Ari Olsen ikki við frá finaluliðnum í fjør. Teir byrjaðu allir inni. Hjá KÍ eru Claes Kronberg, Patrik Johannesen, Jákup Biskopstø og Mads Boe Mikkelsen ikki tøkir. Av teimum byrjaðu Jákup og Mads inni. Hjá báðum kunnu leikarar leggjast afturat, tí skaðar, sjúkur o.a. kunnu koma. Hjá KÍ var Gaston Tellechea ikki í hópinum í gjár, men vit hava ikki fingið upplýst, um hann heldur ikki verður tøkur leygarkvøldið.