Leygarkvøldið kl. 19.00 verður finalan um løgmanssteypið leikt á Tórsvølli millum Víking-KÍ.
Tað verður altjóða dómarin Heini Z. R. Viðoy, sum skal døma finaluna um løgmanssteypið. Hetta verður hansara fyrsta finala. Hjálpardómarar verða Jørleif Djurhuus og Djóni Jacobsen, meðan Dagfinn Forná verður fjórði dómari. Dómaraeygleiðari verður Regin Egholm, meðan marner Forná Olsen verður eyka hjálpardómari.