EB/Streymur bjóðaði av, men KÍ skoraði málini.
EB/Streymur kendi ikki sína vitjunartíð í Klaksvík. Bæði við støðuna 0-0 og 1-0 hevði EB/Streymur risamøguleikar, men skoraði ikki. Og tað revsaði KÍ og vann at enda 3-0.
Við hesum sigrinum er spenningurin um FM varðveittur eins og spenningurin í niðurflytingastríðnum. EB/Streymur avrikaði tó so mikið væl, at tað eru onnur lið, sum í løtuni síggja veikari út og tí eru størri favorittar at flyta niður.