Einki lið sum byrjaði í Conference League frá landi nr. 22 og niðureftir spældi seg í deildarspæl í summar.
Eftir at kappingarleisturin broyttist við at Conference League kom afturat í 2021, so hevur vegurin hjá meistarum til eitt deildarspæl (fyrr bólkaspæl) verið munandi lættari enn hjá hinum. Serliga um eitt lið vinnur 1. umfar, tí tá fær liðið eitt trygdarnet og skal bara vinna eina av trimum uppgerðum fyri at koma í deildarspæl. Hetta hava vit sæð serliga hjá KÍ, sum síðani 2023 sum meistari hevur verið í trimum røkkstøkkuppgerðum og einum bólkaspæli.
Men fyri hini liðini er vegurin í eitt deildarspæl sera trupul. Í summar eru 19 lið frá londum frá nr. 22 á UEFA-styrkislistanum og niðureftir komin í deildarspæl. 18 av teimum eru meistaralið. Bara CSKA Sofia úr Bulgaria er komið við uttan at byrja í Champions League. CSKA Sofia byrjaði í 1. umfari í Evropa League. Har vann liðið samlað móti Derry úr Írlandi. Í 2. umfari vann liðið móti Qarabag úr Aserbadjan. Í 3. umfari vann liðið móti Maccabi Tel Aviv úr Ísrael. Í røkkstøkk tapti liðið móti OFI Kreta úr Grikkalandi og fór tí í Conference League-deildina at spæla.
Sostatt spældi einki lið frá landi nr. 22 og niður (Føroyar liggja nr. 41) seg í deildarspæl, sum byrjaði í Conference League. Samlað sæð var tað bara eitt av 93 liðum frá landi nr. 22 og niður, sum spældi seg í deilarspæl, sum byrjaði í antin Evropa League ella Conference League.
Einki føroyskt lið er nakrantíð komið longri enn til 3. umfar av teimum, sum eru byrjað uttan Champions League.
So hóast lið eisini byrjað seinni enn í 1. umfari, so vísa hagtølini, at tað er nærum ómøguligt hjá liðum, sum byrjað í Conference League hjá londunum frá nr. 22 og niður at spæla seg í deildina í einum av teimum trimum kappingunum.