Oddaliðið vann tryggan sigur, meðan botndysturin á Skála endaði við javnleiki.
Eitt óvæntað úrslit var, tá botnliðið B68 fekk javnleik í Gundadali móti B36. Hetta var fyrsta stigið á útivølli hjá B68 síðani 10. mai. B36 hevur bara vunnið tveir av síðstu 10 dystunum, men liggur framvegis á 4. plássi og bara tvey stig frá 3. plássi. B36 skuldi havt fingið fyrsta málið og í fyrra hálvleiki brendi William Rygaard størsta málmøguleikan í MeistaraDeildini í ár. Í seinna hálvleiki kom B68 nógv betri við og kom eisini á odda, men B36 javnaði í yvirtíðini.
Í Runavík kom eitt skert AB-lið á odda beinanvegin, men annars var tað einvegis ferðsla og 3-1 sigurin hjá NSÍ var tryggur og uppiborin.
Á Skála endaði botndysturin millum Skála-07 Vestur við javnleiki 1-1. Har áttu liðini hvør sín hálvleik. Úrslitið ger, at støðan í botninum er óbroytt.
Úrslitini í dag:
B36-B68 1-1
NSÍ-AB 3-1
Skála-07 Vestur 1-1