Av teimum 19 føroyingunum, sum spæla uttanlands, eru sjey farnir frá Víkingi, tá teir fóru úr Føroyum.
19 føroyingar spæla í løtuni uttanlands á tí, sum svarar til yrkisfótbólt. Nú Aron Benjaminsen, sum er taldur uppí teir 19, hvørja løtu væntast at blíva kunngjørdur í skotska felagnum Hearts, so er kanska áhugavert at hyggja eftir, hvar leikararnir spæla, tá teir fara úr Føroyum.
Har vísa hagtølini, at Víkingur er størsti útflytari av føroyingum. Sjey av teimum 19 eru farnir frá Víkingi, tá teir eru farnir úr Føroyum. Síðani kemur HB við fimm. B36 við trimum, KÍ við tveimum og B68 við einum.
Føroyingar sum spæla uttanlands fóru frá hesum feløgunum:
Víkingur:
Aron Benjaminsen
Árni Nóa Atlason
Olaf Bárðarson
Ari Olsen
Poul Kallsberg
Géza Dávid Turi
Gunnar Vatnhamar
HB:
Hanus Sørensen
Áki Samuelsen
Samuel Chukwudi
Adrian Justinussen
Jóan Símun Edmundsson
B36:
Mattias Hellisdal
Mattias Lamhauge
Martin Agnarsson
KÍ:
Ari í Harladsstovu Petersen
Jóannes Bjartalíð
B68
Andrias Edmundsson
Onnur:
Gullbrandur Øregaard