B71 hevur verið í flokki fyri seg ímun til hini liðini, sum kunnu flyta upp í 1.deild.
B71 hevur tryggjað sær uppflyting longu nú, hóast seks umfør mangla. Tað hevur verið nær við síðstu árini, men í ár var eingin ivi. Tísikil kunnu fótbóltsføroyar síggja fram til eitt ’’nýtt’’ lið í bestu deildini næsta ár, tí tað eru 15 ár síðani, at B71 var í bestu deildini.
B71 hevur ein hóp við nógvum útlendingum. Sambært FaroeSoccer spældu sjey útlendingar í dagsins dysti móti B36, sum B71 vann 5-3. B71 hevur skorað 68 mál í ár, harav 58 eru skorað av útlendskum leikarum.
Greiður toppskjútti í 1.deild er B71-álopsleikarin Lucas Ørneborg, ið hevur skorað 25 mál í 20 dystum. Feløg í MeistaraDeildini hava áður víst honum áhuga, so spennandi verður at síggja, um hann heldur fram hjá uppflytarunum.