24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Bolt.dk skrivar, at um ársskiftið skiftir Mathias Voss til Vendsyssel í næstbestu donsku deildini. Venjari hjá Vendsyssel er fyrrverandi HB-venjarin Kim Engstrøm. Og har spæla eisini leikarar sum Ari Olsen, Árni Nóa Atlason og Emil Grønn Pedersen.