Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.
Tað merkir, at nýggjur U21-landsliðshjálparvenjari skal finnast. Ólavur Mikkelsen er høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum. Sum skilst er eitt gott boð Rasmus Nolsøe. Síðstu árini hevur felags fyri næstan allar venjarar á A- ella U21-landsliðnum verið, at teir hava havt eina fortíð í Víkingi, sum eisini er felagið síðstu árini, sum hevur selt flestar leikarar, framleitt nógvar leikarar og sum gevur nógv mest spælitíð til U21-leikarar. Rasmus hevur m.a. verið hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen í Víkingi.