Íslendski bakkurin hjá NSÍ átti uppleggið til avgerandi málið hjá Daniel Obbekjær í toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.
Luca Thorstensen(níggju upplegg) hjá AB spælir vongbakkur í 3-4-3/5-2-3 leikskipanini hjá AB og kann tí ikki samanberast, meðan Mathias Voss hjá HB hevur spælt ein pat sum høgri vongur. Jann Benjaminsen hevur fýra av sínum sjey uppleggum uppá deyðbóltar.
Taka vit so bakkarnar og ikki telja upplegg, har bakkar taka deyðbóltar uppí, so hevur Alex Freyr Elísson hjá NSÍ flest upplegg í deildin við fimm. Síðani koma Jann Benjaminsen hjá NSÍ, Ingi Jonhardsson hjá Víkingi og Jean Carlos hjá KÍ við trimum uppleggum.